Floytukonsert í DJ-dur

»Blow your whitsle« rappaði DJ Aligator og fleiri hundrað fólk svaraðu aftur við smáum floytum, ið palldansararnir beint frammanundan høvdu blakað út til tey. Maðurin á pallinum á Kambsdali leygarkvøldið visti, hvat fólkini á gólvinum vildu hava, og gav teimum tað.

 

»Om igen, om igen« róptu áhoyrararnir tá DJ Aligator fór av aftur pallinum eftir at hava banka pulsin í Høllini á Kambsdali upp har hallartakið vardi kuldan uttanfyri ímóti saunahitanum innanfyri.

Her vóru ongar fullveldisbarrikadur at fáa eyga á, og vóru tær kortini har, hevði aligatorurin helst blást tær burtur. Tí hóast DJ Aligator ongantíð tosaði annað enn enskt við føroysku áhoyrarnar, so royndu hesir kortini at kalla hann uppaftur á pallin á donskum.

Men einki hjálpti. Aligatorurin var farin, og áhoyrarnir kundu bara siga: »See you later...«

Tað gjørdu nøkur av teimum hepnu eisini seinni, tá stjørnan hetta kvøldið skrivaði nakrar autografar handan pallin eftir konsertina.


Súgva sleikisneis

All That Rain og plátuvendarin Martin Kjærbo høvdu hitað áhoyrarafjøldina væl og virðiliga upp alt kvøldið og tað mesta av náttini við, tá høvuðsnavnið kom á pallin beint áðrenn klokkan trý.

Og áhoyrarnir vóru bæði væl upplagdir og væl fyrireikaðir til konsertina, og fleiri høvdu tikið sleikisneisir við, ið vórðu sleiktar, meðan sangarinnan á pallinum sang »I wanna suck on your lollipop«.

Kynsligi undirtónin, sum ofta liggur rættiliga frammalaga í hesum slagi av tónleiki varð soleiðis ikki goymdur burtur, og hóast fleiri av áskoðarum ikki vóru meira enn komnir upp um konfirmatiónsaldur, helt DJ Aligator tað vera upp á sítt pláss við eitt sindur av lívfrøðilæru. Serliga lagið »Doggy Style« varð dúgliga visualiserað á pallinum av DJ Aligator og teimum tveimum tekkiligu dansarinnunum, ið hann hevði við sær.

Tá aligatorurin seinni á kvøldinum rópti »Blow my whitsle bitch« og soleiðis setti gongd á »The Whitsle Song« vórðu plastik dómarafloytur í hundraðtali blakaðar av pallinum niður til áskoðararnar, sum mestsum blástu oyruni av hvørjum øðrum.


Aligator í góðum hýri

Pumpandi og orkufylti tónleikurin hevði líknandi pallframførslu aftan fyri seg gjøgnum alla ta trý korter langu framførsluna, og áhoyrararnir fingu tað, teir komu eftir.

DJ Aligator var eisini væl nøgdur eftir konsertina, og lagið var gott.

? Jeg blev advaret før jeg gik på scenen om at det færøske publikum godt kunne være lidt tungt at få gang i, men det så jeg ikke noget til. Jeg er faktisk lidt overrasket over hvor godt vi blev modtaget, segði danski DJ?urin eftir konsertina.

So fekk hann knappliga meir umráðandi ting at taka sær til, tá eitt ungt føroyskt sprund heldur enn at biðja um autograf sum øll onnur ósmaðið spurdi: »Må jeg få et kys?«.

Og so var bara at gera skjótt av og koma við síðstu viðmerkingini.

? Det var en fed oplevelse. Menneskene var fede, og stedet var helt ok.