Hallur Hansson hevur í ein mánað hvat 6-0 tapið fyri Portugal í høvdinum. Hann er flovur av dystinum og vil vaska tapið av. Hartil leggur hann minni í úrslitið, tí tað er avrikið, sum er avgerandi.
Hoyr samrøðuna við Hall Hansson við at trýsta á pílin á myndini
- Eg eri flovur av seinasta dystinum og tað skal vaskast av. Úrslitið leggi eg ikki so nógv í. Tað týdningarmesta er avrikið. Tá meini eg bæði at vit arbeiða hart, men eisini at vit halda væl upp á bóltin. Sjálvandi vil eg vinna, men hatta er fyrsta treyt, sigur Hallur Hansson, sum byrjar inni á miðvøllinum í dag.
Stríðsmaðurin á miðvøllinum hevur eisini havt trupult við at leggj seinasta dyst afturum seg. Nú heldur hann, at landsliðð skyldar føroyingum eitt gott avrik.
- Eg havi ikki hugsað um annað enn Portugal seinasta mánaðin, sjálvt um eg havi verið í gongd í mínum felagið. Tað setti virkuliga síni spor. Nú skulu vit leggja orkuna í avrikið. Tí vit skylda føroya fólki st spæla til okkara besta. Tað ljóðar eitt sindur so at siga tað, men tað er so týdningarmikið, at avrikið er gott frá okkara síðu, sigur Hallur Hansson
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum, sum verður í dag klokkan 17. Rás2 byrjar at senda klokkan 15.30 við upptakt.










