Eitt ordans dollargrin, stórt slagskip ella ordiligur bensinslúkari eru nøkur av kelinøvnunum hjá megastóru amerikansku bilunum frá 50- og 60-unum.
Hjúnini Lis og Oliver Andreasen á Argjum hava ognað sær ein slíkan bil. Talan er um ein Chrysler Imperial Crown frá 1959, sum er keyptur úr Svøríki. Bilurin er megastórur, næstan 6 metrar langur og yvir tveir metrar breiður. Motorurin er ein 7.0 litra V8 við 350 hk.
Bilurin er sera væl útgjørdur við t.d. servostýring, el-síðurútar, el-stilling av setrunum allar vegir, automatiksa niðurblending av langljósunum. Hann hevur onga girstong, bert knøttar á instrumentborðinum til aktivering av automatiska girkassanum. Einans 613 bilar vórðu gjørdir av hesum modellinum, so talan er um ein rættuliga sjaldsaman bil.
Lis og Oliver eiga eisini ein annan bil, ein Citroën DS21 Pallas frá 1972. Tann bilin keyptu tey úr Fraklandi í 2005.
Meðan Chrysler Imperial er ein ektaður amerikanari, er hesin Citroën DS ein ektaður franskur bilur í orðsins rætta týdningi. Tá fyrsta útgávan av bilinum kom á marknaðin í 1955 var talan um eina sanna kollvelting. Hydrauliska fjaðraskipanin, servostýringin, koyrieginleikarnir og designið vóru langt framman fyri sína tíð. Eitt nú snara forlyktirnar saman við hjólunum. Bilurin hevur eitt nú fjaðraskipan við hæddarstilling og leðurkabinu. Motorurin er ein 4 syl. við 110 hk.