Flottir flakar

Vinnandi og vakrasti flaki vórðu kosnir í kvøld í Vági.

Stóra siglingin á Vatninum í Vági í kvøld hevði við sær, at eini 15 flakar tóku lut, og sera nógv fólk fylgdu við inni á landi.

 

 

Vakrasti og skjótasti flaki fingu steyp. Hjalmar Magnussen fekk steyp fyri skjótasta flaka, og var hetta ein sermerktur, lættur og smalur flaki. Bygdur soleiðis, at í roynd og veru var talan um tríkilju, tí á báðum síðum vóru smærri stuðulsplátur, so hetta minti um løttu bátasniðini, ið ein sær í suðurlendskum londum.

 

 

Vakrasti, ella kreativasti, flakin var eitt sjórænaraskip, ið enntá hevði segl. Tað var Bárður Mikkelsen, ið átti flakan.