Flottar grýlur í grýludansi

Hóast fólkatalið er fáment, ber saktans til at hugna sær. Tað vísa hesar samansettu myndirnar.

Hóast kommunur eru samanlagdar í størri eindir, og smáar bygdir og oyggjar eru vorðnar partur av einum størri samanhangi, er kortini einki til hindurs fyri, at bygdarlívið heldur fram.

 

Tað er Nólsoyarbygd eitt talandi dømi um. Hóast Nólsoy er partur av Føroya størstu kommunu, heldur bygdarlívið fram - og um nakað - er bygdarlívið og samanhaldið í bygdini ment seinnu árini.

 

Nólsoyingar skipa javnan fyri tiltøkum, og nú føstulávintshald vórðu hildin kring um landið leygarkvøldið, skipaðu nólsoyingar bæði fyri pottasláing og tunnusláing.

 

Leygarkvøldið og til langt út á sunnunáttina var hugnaligur grýludansur í Royndarhúsinum í Nólsoy við nógvum grýlum, har flottastu og stuttligastu grýlur vórðu kosnar.

 

Á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - eru fleiri myndir at síggja, bæði av potta-og tunnusláing og av grýludansinum í Royndarhúsinum, sum Evy T. Nielsen og onnur hava tikið og lagt út.