Frostrósur eru eitt kent og væl umtókt fyribrigdi í Íslandi. Hetta er tólvta árið, at tey halda jólakonsertir, og sambært høvuðsmanninum fyri konseptið, Samúel Kristjánason, verður hetta fyribils seinasta árið við Fróstrósum.
Konsertirnar við Frostrósum eru stórlignar og vakrar, og í Íslandi savna tær sera nógv fólk.
Fyri tveimum árum síðani – tá ið Fróstrósur fyltu 10 ár – vóru tær fyri fyrstu ferð í Føroyum og sungu. Ta ferðina gjørdist tað til fýra útseldar konsertir, sum fólk vóru sera fegin um.
Nú Fróstrósur seta eitt fyrbils punktum – ella kanska verður tað eitt komma – vilja tær aftur til Føroya at syngja. Ferðin er komin í lag fyri kortum, men sangararnir í bólkinum vildu sera fegnir aftur til Føroya at syngja.
Seks solistar
Seks solistar eru á odda fyri Fróstrósir. Jógvan Hansen úr Klaksvík, ið hevur verið búsitandi í Íslandi seinnu árini, er ein av solistunum. Hini eru Hera Björk, Jóhann Friðgeir, Friðrik Ómar, Heiða Ólafsdóttir og Gréta Salóme.
Tey framføra saman við limum úr stórbandinum hjá Frostrósum, ið er stjórnað av Karl Olgeirsson, umframt limum úr føroyskum-íslendskum gospelkóri og einum barnakóri.
Tvær konsertir eru á skránni í Norðurlandahúsinum leygardagin.










