Flottar framsýningar hjá Støkk

Um vikuskiftið vóru árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk í ítróttarhøllini í Runavík, har fleiri enn 500 fimleikarar vístu síni kynstur fyri familju, vinum og kenningum. Eini 1500 fólk vóru til framsýningina



Leygardagin og sunnudagin skipaði Fimleikafelagið Støkk fyri árligu framsýningini, har umleið 500 fimleikarar vístu síni kynstur fyri fleiri enn 1500 áskoðarum.
Árliga fimleikaframsýningin hjá Støkk var hesaferð býtt í tveir partar, soleiðis at yngru liðini sýndu fram leygardagin, og eldru liðini sunnudagin. Hetta er vorðið neyðugt, av tí at felagið er vaksið sera nógv seinastu árini, og framsýningarnar tí hava verið í so drúgvar.
Framsýningin er endabresturin á fimleikaárinum hjá vanligu liðunum, og tá sleppa tey at vísa nakað av tí, sum tey hava lært gjøgnum árið. Umframt vanligu liðini eru eisini kappingarliðini í estetiskum fimleiki og amboðsfmleikararnir hjá felagnum við á framsýningini, hóast teirra fimleikaár ikki endar fyrr enn seinni í vár og summar.
 
Fjølbroytt
Fimleikararnir hjá Støkk eru í øllum aldri og eru eisini á ymiskum støði. Hetta gjørdi, at framsýningin var sera fjølbroytt og spennandi at síggja. Har vóru rútmiskar seriur og amboðsfimleikur við heilt frá ársgomlum børnum til vaksnar fimleikarar, og frá óroyndum til royndar fimleikarar á altjóða støði.
Fimleikafelagið Støkk fer seinni í ár at hátíðarhalda 40 ára stovningardagin hjá felagnum, og sigast kann ikki annað enn, at felagið er vaksið ótrúliga nógv hesi árini. Hyggja vit eftir sjálvum fimleikinum er hann eisini vaksin, mentur og broyttur sera nógv.
Tað sást, at fimleikarar og ikki minst venjarar hava gjørt eitt megnar arbeiði hetta fimleikaárið. Eftir framsýningina hoyrdust fleiri siga, at hetta var ein av teimum bestu hjá Støkk í fleiri ár, og má tað metast sum rós til felagið.
Teir fleiri enn 1500 áskoðararnir fingu eina sera góða fimleikauppliving í vikuskiftinum, og stóra talið av áskoðarum vísir, at áhugin fyri føroyskum fimleiki er sera stórur. Nú kunnu vit so gleða okkum til amboðs- og estetisku kappingarnar, sum vera seinni í vár.