Flóttafólkini skulu eisini kunna fáa tænastur frá heilsuverkinum

– Eg haldi absolutt, at tað er upp á sítt pláss at vit í Føroyum skulu hjálpa, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Í nýggjársrøðuni í 2014 legði táverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen upp til stórt kjak. Tá segði hann, at Føroyar áttu at tikið ímóti flóttafólkum, og hetta fekk nógvan kritikk frá teimum, ið ikki vóru ímóti. Í dag er støðan kortini ein onnur, og nú verður arbeitt við fullari ferð at taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina, har kríggj er brostið á, og tey fyrstu eru longu komin. Hetta er gott, heldur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

– Tað var ikki so populert, tá eg nevndi tað tá í 2014, nei. Men nú er øðrvísi, og tað er ivaleyst tí, at hesi flóttafólkini koma úr Ukraina, sum má roknast sum nærøki. Eg haldi absolutt, at tað er upp á sítt pláss at vit í Føroyum skulu hjálpa. Tað er einki meira natúrligt, sigur hann.

 

Sum landsstýrismaður í heilsumálum hevur Kaj Leo Holm Johannesen eisini uppgávur at loysa fyri at hjálpa flóttafólki.

 

– Ter ikki bara-bara at taka fleiri fólk heim, tí fólkini skulu jú kunna fáa nakrar tænastur frá heilsuverkinum. Embætisfólk arbeiða við hesum nú, og ríkislógartilmæli kemur til Føroya í næstu viku. Tað vil siga, at tað verður tað sama galdandi her í Føroyum sum niðri. Vit geva altso somu tænastur í føroyska heilsuverkinum sum hjá tí danska.