Rørandi samkensla
Tað var ikki sørt rørandi, at síggja løgmann gamlaárskvøld í sjónvarpinum, har hann við tár á kinn royndi at føra seg fram á altjóða flóttafólkapallinum, sum ein annar messias í hesi støðugt herdu kappingini millum vesturlendskar naivar statsleiðarar um hvør kann vera fremstur at sýna størstu samkenslu, hjartalag og kærleika móti hesum neyðars flóttafólkum, - og annars bjarga verðini!!
Talan er ikki um at senda neyðhjálp, so tað munar har tey nú eru stødd, ella at gera tey meira sjálvbjargin í egnum umhvørvi, ella fyri tann skuld at stuðla teimum at sleppa heimaftur til sítt egna land.
Nei, - tað sum tað snýr seg um fyri Kaj Leo Holm Johannesen og hansara javnlíkar, er at sýna nøkrum heilt fáum burturúr rúgvuni eitt heilt serligt og meira sjónligt gestablídni, nevniliga nógv eftirspurda ferðaseðilin til vestur-lendska paradisið, sum so kann brúkast sum reklama fyri egna humanitera vælvild – fyri pengarnar hjá øðrum!
Øll vita vit at hetta er reinur sjónleikur og symbolpolitikkur, tá hvørki Kaj Leo ella nakar annar kemur at loysa nakran flóttafólkstrupulleika við at taka 20 – 60 familjur ella á leið 200 flóttafólk hvørt ár næstu komandi ættarliðini til Føroyar burturúr einum óteljandi skara av milliónum og aftur milliónum, sum líða neyð og vera forfylgd úti í heimi.
Men í hesum lítla fámenta og viðbrekna oyggjasamfelag kemur ein slík standandi innbjóðing frá løgmanni til ein floym av fólki við aðrari mentan øðrum átrúnaði og heilt øðrum grundvirðum at gera mun so tað forslær, ja, kanska tað kann koma at kollvelta og broyta samfelagið til nakað, sum vit als ikki kenna aftur eftir bert fáum árum.
Tolsemi røkkur bert til tey rættrúgvandi
Tað er annars ein sannroynd, at ongin skal váða sær at muta ímóti hesum serliga formi fyri næstrakærleika hjá Kaj Leo Holm Johannesen og hansara líkum. Ein útvaldur bólkur av rættrúgvandi filantropum hevur nevniliga tikið sær einkarætt uppá definera einastu røttu og hóskandi meiningina, tá tað snýr seg um flótta-fólk.
Aðrar sokallaðar ódámligar meiningar, - fyrivarni, ávarðingar og skilvísar frágreiðingar um vandan við hesi “kultur-konfrontatión” - verða av humaniteru elituni uttan undantak kolldømt sum fremmandahatur, facisma og ikki minst racisma.
Tiltikna tolsemi hjá hesum útvalda skara av rætttrúgvandi meiningsskaparum í vesturlendsku fjølmiðlunum røkkur nevnliga aldrin longur enn til, at ert tú ikki samdur í teirra definitión av tolsemi, - so er tolsemi eisini uppi!
Tolsemi røkkir altíð til fjarskotin lond, - men sjáldan til grannan!
Politiskt korrektar meiningar
Aðrar meiningar enn tann politiskt korrekta verða altíð og uttan’undantak skýrdur av teimum sjálvtilnevndu humanistunum fyri at vera víðgongdar, intolerantar og ikki minst merktar av hatri til øll fremmandafólk.
Tað er sjálvsagt, at onki sakligt ella konstruktivt orðaskifti um henda spurning kann spretta burturúr einum slíkum einsrættaðum meiningsumhvørvi merkt av frelstum sjálvrættvísi og djúpari vanvirðing fyri teimum, sum hugsa øðrvísi enn ráðandi solidarska stættin av humanistiskum trúboðarum.
Tá granskað verður í føroyska orðaskiftinum um hetta evni eftir famøsu nýggjársrøðuna hjá løgmanni, so sæst eisini,at júst hesin sami ráðandi hugburður verður endurspeglaður í føroyska samfelagnum.
Tey flestu, sum hava nøkur fyrivarni og nakrar meiningar,sum ikki hóska inn í almennu definitiónina hjá teimum, sum hava tikið sær einkarætt til tolsemi og solidaritetin í samfelagnum, - halda seg aftur í orðaskiftinum, heilt einfalt tí tey hætta sær ikki, at verða løgd undir at verða skýrd mannvond, samvitskuleys og facistar.
Fjarskotin menniskjakærleiki
Løgi kortini, at hesi somu fólk, sum hava tikið sær patent uppá at vera meira hjartagóð enn øll vit onnur, - altíð eru mest agrýtin tá hesin menniskjakærleiki røkkur til fremmandafólk og ikki kostar teimum sjálvum nakað, - ja, rættuliga stórfingin, tá hann ikki skal praktiserast í egnum nærumhvørvi !
At vit hava fólk her á landi sum líða neyð, sjúk og gomul, sum ikki fáa tað hjálp teimum tørvar, einsamallir uppihaldarar sum liva undir fátækramarki og mugu fáa hjálp frá “Í menniskjum góðum tokki” – og sum vit fyrst og fremst hava ábyrgd av sum land og tjóð, - sýnist at koma í aðru røð, - og eru ikki nevnd við einum orði í hesi hjartanemandi nýggjársrøðu hjá løgmanni.
Human arroganca
Typiskt fyri orðaskiftið í Føroyum eins og aðrastaðni, so hava leiðandi politikarar, mentafólk og fjølmilaumboð v.m. her eisini lyndi til at harta tey, sum eru atfinningarsom og sýna fyrivarni á hesum øki.
Tey hava sjáldan nøkur verulig argument fyri at opna dyrnar fyri flóttum og innflytarum úr alskins herðashornum uppá víðan vegg, men eru sum flest øll politisk korrekt, - altíð fordømandi móti annaðleiðishugsandi, - og halda seg annars treytaleyst til alment viðurkendu definitiónina av hvat ein skal meina og halda um henda spurning.
Humana arrogancan lúrir altíð í bakgrundini. Við sínum positivu útsøgnum um flóttar og innflytarar roynir sinnalagsstýrandi elitan at hevja seg sjálvan upp til at standa fyri nøkrum betri og rættvísari enn tað, sum øll hini “minni góðu” av teirra landsmonnum umboða.
Óspiltar meiningar
Í hesum samanhangi er tað undrunarvert, at nakar torir at standa fram og bera fram ein vitnisburð, sum ikki fylgir almenna viðurkenda meiningsrákinum.
Sigast má, at Brandur Sandoy er bæði erligur og djarvur, tá hann framber eina forbodna meining í nútíðar sjálvrættvísissamfelagnum. Hann sigur bart út, at vit skulu ikki taka ímóti flóttafólki, tá hetta eftir hansara tykki er skaðiligt og ikki gagnar føroyska samfelagnum.
Forkláringin er ivaleyst er, at hann er “óspiltur”, og stundir hava enn ikki verið at indoktrinerað hann av tí altvaldandi meiningsberandi elituni.
Islamiseringin av Vestureuropa
Samb. ST- og EU-prognosur fer núverandi fólkatali í Týsklandi uppá gott 80 millióner at tódna til umleið 60 milliónir í 2050, harav turkar og aðrir muslimar verða ein alt størri og størri partur, til teir vera í reinum meiriluta umleið komandi árhundraðskifti. Í Týsklandi vóru í 1960 undir 7.000 muslimar, - í dag eru fýra milliónir!
Í nógvum týskum býum er muslimski parturin av fólkinum longu komin uppá 30-35 pct., og samb.framrokningarnar vilja teir fáa reinan muslimskan meiriluta innan lutfalsliga stutta tíð! Sama er galdandi fyri fleiri enskar og franskar býir.
Í Frankaríki eru í dag seks milliónir muslimar, og í Hollandi er muslimski parturin av fólkinum vaksin til meira enn tað dupulta síðani 1980.
Í Bruxelles og í nógvum øðrum europeiskum stórbýum eru yvir helmingurin av øllum nýføddum børnum av muslimskum uppruna
At enda skal líka nevnast, at tað í Birmingham nú eru fleiri moskéer enn kirkjur.
Er tað hetta Kaj Leo Holm Johannesen ynskir ella hvat?