Tá Norrøna kom á Havnina í morgun varnaðust fólk, at ein blindur passasjerur fjaldi seg umborð.
Ein ungur maður úr miðeystri hevði sníkt seg umborð á Norrønu í Hirsthals og ætlaði sær til Íslands. Hann varð tó uppdagaður, tá Norrøna legði at í Havnini í morgun.
Vakthavandi á løgreglustøðini váttar fyri in.fo, at maðurin er á veg á løgreglustøðina. Har verður hann avhoyrdur og hildin, til Norrøna kemur aftur úr Íslandi. Síðani verður hann sendur av landinum aftur.
Tað kemur javnan fyri, at tilflytarar og flóttafólk royna at koma sær til Íslands við Norrønu. Í fjør vóru tveir ungir marokkanskir dreingir uppdagaðir, somuleiðis tá Norrøna kom á Havnina. Teir komur frá einum asylsentrið í Danmark og vóru sendir aftur hagar, har teir síðani søktu friðskjól.
Sambært Rúna Joensen, ráðgeva í Vinnumálaráðnum, so er gjørligt hjá fólki at søkja um friðskjól í Føroyum, men tað er sera sjáldsamt. Vanliga fata tey Føroyar sum ein part av Danmark og søkja tí kortini friðskjól í Danmark. Flestu fólk, ið koma hendan vegin við Norrønu, ætla sær at søkja friðskjól í Íslandi.









