Newcastle gjørdi skjótt av tí longu eftir tíggju minuttir hevði Newcastle lagt seg á odda 2-0. Aftaná tríggjar minuttir hevur Newcastle horna. Bólturin verður sendur innfyri. Verjan hjá Rotherham roynir at rudda burtur, men bólturin dettur fyri føturnar á toftamanninum, ið við einum ?smart scissor-kick? leggur Newcastle á odda.
Sjey minuttir seinni økti Shane Ferguson til endaliga støðuna 2-0.
Newcastle hevur ein dyst eftir í ár. Hann er hósdagin ímóti Grimsby.
NUFC: Jak Alnwick, Darren Lough, Matthew Grieve (Stephen Folan 75), Tamas Kadar, Paul Dummett, Joan Edmundsson, Ryan Donaldson (c) (Jonny Godsmark 70), Patrick McLaughlin (Brad Inman 61), Shane Ferguson, Haris Vuckic, Wesley Ngo Bahneg
Subs: Stephen Folan, Sammy Ameobi, Conor Newton
(www.nufc.co.uk)










