Flott avrik hjá tyrlumanningini

- Vindurin var millum 20 og 25 metrar um sekundið, myrkt og ringur sjógvur, tá sjóbjargingartyrlan hjá Atlantsflogi tók mannin av Nýborg, sigur MRCC.

- Vindurin var millum 20 og 25 metrar um sekundið av landnyrðingi, myrkt og ringur sjógvur, tá sjóbjargingartyrlan hjá Atlantsflogi tók mannin av Nýborg. Ein slík uppgáva so langt til havs er altíð ein váðaferð.

 

Tað sigur MRCC, sum síðan Nýborg fekk sjógvin heilt har suðuri móti føroyska fiskimarkinum, hevur samskift við partrolararnar, Eysturbúgvan og Vesturbúgvan, um støðuna hjá Nýborg.

 

- Nýborg siglur við lítlari ferð, og skipið hevur framvegis blackout. Tað er lítil og eingin streymur umborð, og tí gongur samskiftið við manningina umborð á partrolarunum, sum framvegis eru hjá skipinum.

 

Hjá MRCC siga tey, at bæði Brimil og Vædderen eru á veg suður til Nýborg, og hin fyrri - Brimil - verður hjá skipinum um góðar tveir tímar ella so.

 

- Tyrlumanningin, sum fór longu leiðina suður á havleiðirnar við fiskimarkið at royna at bjarga manninum av skipinum, rendi seg fyrsta partin av flúgvingini í nógvan turbulens í Vágafirði.

 

MRCC sigur, at ferðin suður til Nýborg tók umleið ein tíma og soleiðis, sum sjóbjargingarstøðin hevur skilt, gekk tað rímiliga væl at fáa mannin av skipinum.

 

- Men, ein slík bjargingarferð er altíð ein váðaferð, og ein slík uppgáva er ein stór avbjóðing hjá tyrlumanningini, sum eigur stórt rós uppiborið fyri avrikið í kvøld.

 

MRCC sigur, at tað var læknin, sum metti, at maðurin, sum fekk skaða umborð á Nýborg, skuldi takast av skipinum og koma undir læknahond, og tíbetur eydnaðist tað.