Flott at halda málið reint í fimm dystum

(Rás2) Gunnar Nielsen kann fegnast um at halda málið reint fimtu ferð í hesari undankappingini

Umframt stigametið, har Føroyar hava søguliga nógv stig í einari undankapping, níggju stig, so kunnu vit eisini fegnast um eitt annað nýtt mett. Talan er um fyrstu ferð, at Føroyar halda málið reint í fimm dystum í somu undankapping, og tað er aldrin hent áður.

 

Gunnar Nielsen, sum verjir føroyska málið stórfegnast um hetta, og undirstrikar, at tað er prógv um hvussu langt tað føroyska liðið er komið.

 

Eisini Gunnar Nielsen iðrar seg um, at stóru málmøguleikarnir ikki vóru settir inn ímóti Lettlandi í kvøld, men hann undirstrikar, at tað er jaligt, at føroyska liðið kemur til nógvar málmøguleikar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Nielsen í Mixed Zone á Tórsvølli aftaná Gunnar enn einaferð hevði hildið føroyska málið reint.