Flotin verður lagdur

Samráðingarnar millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið eru slitnaðar, og tí er arbeiðssteðgur. Skipini undir Føroyum verða kallað heim. Fyri løtu síðani sóust umboð fyri Reiðarafelagið venda aftur av Hotel Hafnia oman í Gongina, har Reiðarafelagið heldur til í Nólsoyarstovu, og tað bendi á, at einki spurdist burturúr.

Semingsmenninir høvdu kallað partarnar saman klokkan 17, men á stutta fundinum millum Terja Sigðursson og Símun Absalonsen var, at partarnir ikki vilja flyta seg.

Tískil er nú arbeiðssteðgur, og reiðararnir kalla skipini undir Føroyum heim.