Flot stevnan

Seinasta leygardag var stór svimjikapping fyri bólkarnar 1 og 2 hildin á Toftum

Svimjing

Tíðindaskriv frá Svimjifelagnum FLOT
Mánadagur 16. januar 2005

Bólkur 2 eru svimjarar føddir ár 1995 og 1996, tað vil siga børn frá 9 til 11 ár. Bólkur 1 eru børn fødd eftir 1996, ella børn 9 ára gomul og yngri.
Kappast varð í 24 greinum, har svimjararnir yvirhøvur svumu á stuttum teinum. Tað vil siga frá 17 til 50 metra strekki.
Í bólki 1 varð úrslitið at Ægir fekk flest heiðursmerki, meðan Reki fekk næstflest og Flot triðflest. Eisini í bólki 2 varð tað Ægir sum fekk flest heiðursmerki; men nú varð tað Fuglafjarðar Svimjifelag sum fekk næstflest, og Reki sum fekk triðflest. Í samlaðu kappingina varð Ægir nummar 1, Reki nummar 2 og FS nummar 3.

Ægir hevur breiddina
Eftir úrslitunum at døma hevur Ægir í løtuni størstu breiddina í yngru deildunum, meðan eysturoyarliðini hava úrmælingarnar. Í bólki 1 gjørdi Óluva Jacobsen úr Leirvík bart, við at vinna allar 5 kappingar sum hon luttók í. Í bólki 2 var kappingin hørð og jøvn millum tær tríggjar Poulu Mohr úr Fuglafjarðar svimjifelagi, Turið S. Christiansen úr Reka og Biritu Debes úr FLOT. Poula var tann sum oftast vann á hinum báðum; men munurin var gjarna lítil og eingin, sum til dømis í 33 frí har Turið vann við tíðini 22 sekund og tveimum tíggjundapørtum, meðan hinar báðar høvdu tíðina 22 sekund og 3 tíggjundapartar. Altso bara éin tíggjundapartur millum tríggjar tær fremstu.
Hjá dreingunum í bólki 1 var tað serliga Jákup Eysturdal úr Ægir sum skaraði fram úr, við at vinna 3 gull og 2 silvur av teimum 5 einstaklingakappingunum, sum hann kundi luttaka í. Í bólki 2 var tað meira javnt býtt millum Alva Hjelm úr Ægir og Ólav Fjørdal úr Tvøroyar Svimjifelag, sum vunnu hvør sínar 2 gull, umframt Alvi 2 silvur og Ólavur 1 silvur.
Sum heild gekk kappingin rættiliga væl, og sluppu síðstu svimjararnir heim aftur umleið kl 17, eftir at kappingin byrjaði umleið kl 8 um morgunin.
Úrslitalistar og myndir frá stevnuni eru at finna á heimasíðuni hjá svimjifelagnum FLOT, www.flot.info

Samlaða heiðursmerkjabýtið varð hetta:
Felaggullsilvurbronsa
Ægir1194
Reki756
FS334
TS231
FLOT143
HS13
Skeggjar1