Florida forboð ímóti interneti

Amerikanski staturin, Florida, setti herfyri forboð ímóti spælimaskinum, og í nýggju lóggávuni varð eisini sett forboð ímóti internetkaféum, eftirsum møguleikin at spæla spøl á netinum eisini finst har.

Í hesum sambandi blivu gott og væl túsund internetkaféir í Florida stongdar, og nú hevur ein fyrrverandi kafeeigari, sum rak eina internetkafé fyri gestaarbeiðarar, stevnt statsmyndugleikunum.

Tann stevnandi sigur millum annað, at nýggja lógin er so illa smíðað, at illa ber til at tulka hana á skilagóðan hátt.

Eitt nú verður í stevningini víst á, at lógin er soleiðis orðað, at hon strangt tikið forbjóðar øllum teldum, snildtelefonum og interneti í breiðastu merking.