Florescu til KÍ

KÍ hevur nú boðað frá, at felagið hevur gjørt eitt-ára sáttmála við Iulian Florescu
Við heimasíðuna hjá Norðlýsinum, sigur Petur Simonsen, sum er ábyrgdarpersónur fyri ítróttarligu viðurskiftini í KÍ, at felagið í løtuni er í samráðingum við fleiri spælarar.
- Fyrst og fremst royna vit at halda upp á verandi hóp og harafturat leita vit vit eftir nøkrum nýggjum leikarum til ávís pláss á liðnum, er fyribils staðfestingin.
Hann sigur víðari, at felagið væntandi fer at hava fleiri nýggjar avtalur upp á pláss í næstum, men at tað enn er ov tíðliga at staðfesta, hvørjar spælarar talan er um.