Florescu fekk góða byrjan

Iulian Florescu spældi sunnudagin við NSÍ fyri fyrstu ferð. Florescu byrjaði kappingarárið í KÍ, men har steðgaði samstarvið fyri nøkrum vikum síðani. Nú er rumenin farin at spæla við NSÍ, har hann væntandi kemur at røkja plássið sum vinstri bakkur, eftir at Jónstein Petersen er farin av landinum.
Iulian hevur vant við NSÍ nakrar ferðir, og beint undan vikuskiftið var spæliloyvið hjá honum flutt til NSÍ.
- Iulian fekk eina góða byrjan, og hann spældi væl ímóti VB/Sumba. Hann legði eisini upp til bæði málini hjá okkum, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ.
- Iulian er ein tekniskt góður spælari, og hann styrkir okkum í deyðbóltsstøðum. Um vit duga at fáa tað besta fram í honum, so verður hann ein vinningur fyri liðið, sigur hann.