Fótbóltur
Sum vera man, so vóru tey í Eysturríki alt annað enn nøgd um avrikið og úrslitið hjá landsliðnum á Føroya-ferðini.
Landsliðið fekk av at vita í flestu miðlunum, eitt nú høvdu bæði Kronen Zeitung og Kleine Zeitung júst somu yvirskrift: Allur heimurin flennir enn einaferð eftir Eysturríki
Österreich staðfesti bara turrisliga á síni forsíðu: 1-1 næsta eysturríkska skommin móti Føroyum.
Og Kurier tók heldur speiskliga undir við slagsanginum, sum eysturríksku áskoðararnir vanliga geyla til sínar menn. Hesin ljoðar Immer wieder Österreich. Altso Aftur og aftur Eysturríki. Og tað var hendan raglan, sum heldur speiskliga varð nýtt til at lýsa hálvu endurtøkuna, sum tjóðin nú var fyri móti Føroyum.
Og í Der Standard varð speiskliga tikið til: Tað er altíð fólkaveitsla í Føroyum, tá San Marino, Malta og Eysturríki vitja.