Floksveitslan heiðrað

Danska sjónvarpssendingin, Floksveitslan, sum hevur føroyska framleiðsluleiðara, hevur vunnið ?Silvurrósuna? við sjónvarpskappingina Rose D?Or í Montreux

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyingur vinnur stóran altjóða heiður, men í gjár fekk Per Zachariassen heiðurin at vinna Silvurrósuna, í Rose D?Or kappingini í Montreux.


Rose D?Or verður hildin eina ferð um árið og allar tær stóru rásirnar eru við í kappngini. Floksveitslan, sum Per Zachariassen er framleiðsluleiðari á, vann kappingina í bólkinum ?Light Entertainment? ? lættari undirhald.


Sendingin, sum eisini er at síggja í føroyskum sjónvarpi, hevur verið ein av teimum best umtóktu í Danmark í longri tíð. Fríggjakvøldið fer seinasta sendingin í hesum umfari av barkastokki og tá verða gestirnir filmsleikstjórin Susanne Bier og fíggjarmaðurin Klaus Riskær Pedersen. Henda sending verður væntandi at síggja í føroyskum sjónvarpi seinni í summar.