Floksting á Læraraskúlanum

Hetta vikuskiftið verður Læraraskúlin karmur um floksting Tjóðveldisfloksins. Byrjað verður fríggjadagin klokkan 20, og hildið verður fram leygarmorgunin klokkan 10. Flokstingið endar við veitslu leygarkvøldið

Eins og reglugerð floksins ásetur, skipar Tjóðveldisflokkurin fyri flokstingið um vikuskiftið.

Tað er Læraraskúlin, sum verður karmur um flokstingið, og farið verður til verka fríggjakvøldið klokkan átta.Hildið verður fram leygardagin klokkan 10, og flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum endar við eini veitslu leygarkvøldið. Hvar veitslan verður fingu vit ikki upplýst.

Tað er Óli Holm, úr Vági, sum er formaður í starvsnevnd Tjóðveldisfloksins, og tí verður tað hann, sum skal geva eina frágreiðing um virkið floksins seinasta árið.

Hann vil ikki beinleiðis siga, hvat hann fer at røða um, men hann sigur, at hann fer at taka saman um tann umsitingarliga partin av flokkinum.

? Vit hava havt eitt gott ár, tá hugsað verður um valið sum var í apríl í fjør, og gongd er av álvara í fullveldismálinum, so har er nokk at tríva í, sigur hann.

Hann leggur tó afturat, at hann fer at lata politikarar floksins um politiska partin av flokstinginum, men hóast tað, so fer hann at nerta við ymisk mál, sum eru frammi nú, og leggja upp til kjak í teimum og øðrum málum.

Starvsnevndarval verður eisini á skránni, og har er formaðurin einasta umboð, sum stendur fyri valið.

? Og eg stilli upp aftur, sigur Óli Holm.

Hinir báðir starvsnevndarlimirnir eru Atli Eirikson og Jóannes Eliassen.

Annars skulu teir 32 umboðslimirnir veljast á flokstinginum. Tað eru teir, sum saman við starvsnevndini hava atkvøðurætt á flokstinginum.

Umframt at kjakast um politisk mál, skal roknskapur floksins leggjast fram og hóast formaðurin ikki vil út við úrslitinum fyri seinasta roknskaparár, so dylir hann ikki fyri, at hann er nøgdur.

? Eg kann siga, at flokkurin er væl fyri.

Vit fara í næstu viku at gera meira við floksting Tjóðveldisfloksins.