Í lesarabrævi í blaðnum í gjár undrast fyrrverandi tinglimurin fyri Javnaðarflokkin, Dan R. Petersen yvir, at floksleiðslan, við gundsjónarmiðunum hjá Javnaðarflokkinum í hondini, sigur seg stuðla formanninum í flokkinum, Jóannes Eidesgaard.
Sambært Dan R. Petersen er hendan yvirlýsingin enn eitt dømi um, at tað alt ov sjáldan verður sett spurnartekin við førda politikkin í Javnaðarflokkinum.
- Eftur mínum tykki kann hendan yvirlýsingin bara tulkast sum, at tað ikki longur er loyvt at finnast at formanninum í flokkinum. Eg sigi ikki, at vit ikki skulu stuðla formanninum. Men tað merkir ikki, at formaðurin er hevjaður upp um allan kritikk, sigur Dan R. Petersen.
Vilstur Javnaðarflokkur
Tað fellir Dan R. Petersen serliga fyri bróstið, at floksleiðslan við yvirlýsingini gevur fólki fatan av, at stuðulin er í tráð við grundsjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum.
Sambært Dan R. Petersen er ein loysingarsinnað høgrasnaring farin fram í javnaðarflokkinum seinnu árini, ið á ongan hátt er í tráð við javnaðarhugsjónina, og sum hann hevur sera ilt við at kenna seg aftur í.
Sum dømi nevnir hann, at fullveldið týðiliga er komið lúrandi inn í flokkin undir verandi leiðslu, samstundis sum privatiseringar og áhaldandi fráboðanir um at avtaka sjómannafrádráttin eru greið tekin um eina høgrasnaring í flokkinum.
- Men hvat skulu vit við einum nýggjum høgrasinnaðum loysingarflokki, tá vit longu hava Fólkaflokkin, spyr Dan R. Petersen, sum illa dugir at síggja annað enn, at Javnaðarflokkurin er komin í eina álvarsliga samleikakreppu.
Eisini harmast Dan R. Petersen um, at hetta hendir, uttan stórvegis kjak. Hann vísir í hesum viðfangi á, at kjakfundirnir og temadagarnir, sum fyrr góvu limunum møguleika at vera við til at forma førda politikkin, ikki eru til longur.
- Úrslitið er eitt slag av politiskum sjálvdrátti, har tey, sum mynda flokkin, eftir øllum at døma ikki geva sær far um meiningarnar hjá vanligu limunum í flokkinum, sigur Dan R. Petersen, sum kortini ikki hevur mist vónina um, at Javnaðarflokkurin aftur fer at fóta sær ideologiskt.
- At leiðslan í Javnaðarflokkinum er farin at vingla í trúnni, merkir ikki, at eg eisini havi mist trúnna uppá tørvin á einum veruligum javnaðarflokki. Tí gleði eg meg eisini til landsfundin, tí eg kann ikki trúgva annað enn, at tað ideologiska kjakið aftur kemur á breddan tá, sigur Dan R. Petersen.










