Floksformenninir um “fría fosturtøku”

Aksel V. Johannesen, Jógvan Skorheim, Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Arnfinn á Birtuni svara spurningum, hvat floksins og teirra persónliga støða er til spurningin um fría fosturtøku

Trubodin.fo hevur sett formonnunum í øllum politisku flokkunum tríggjar spurningar um fosturtøku. Spurningarnir snúgva seg um “fría fosturtøku”, nær eitt fostur er eitt menniskja, og um møguligar broytingar í fosturtøkulógini í næsta valskeiði.

Allir teir níggju flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsvalið, vórðu spurdir. Fimm floksformenn svaraðu spurningunum. Formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Framsókn og Føroyaflokkinum svaraðu ikki.

Svarini eru drúgv. Her eru brot út svarunum:

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, svarar millum annað soleiðis:

– Í etiskum málum hevur Javnaðarflokkurin ta støðu, at valevnini atkvøða eftir egnari sannføring. Fosturtøka er eitt slíkt mál. 

Eg havi ikki nakra greiða meining um fosturtøkuspurningin, tí eg haldi tað vera sera trupult at seta tað upp sum ein einfaldan ja/nei spurning. Men eg haldi ikki, at eitt fosturtøkubann er ein gongd leið. Vit mugu fyrihalda okkum til tann veruleikan, at fosturtøka altíð fer at fara fram, uttan mun til um vit banna tí ella ei. Spurningurin verður tí, um føroyskar kvinnur skulu fáa fosturtøku framda í Føroyum ella uttanlands, og hvussu læknafrøðiliga trygg viðurskifti vit vilja bjóða teimum kvinnunum, sum vilja hetta.

 

Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjálvstýri, svarar millum annað soleiðis:

– Í etiskum málum hevur flokkurin ikki eina samlaða støðu, men er tað upp til hvønn einstakan. Sjálvur havi eg ongantíð latið nakran iva vera um, at eg vil verja fostrið, frá tí tað verður gitið, og tí eri eg ímóti fríari fosturtøku.


Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, svarar millum annað soleiðis:

– Tjóðveldi hevur ikki eina felags støðu til henda spurning. Mín støða er, at møguleiki eigur at vera fyri fosturtøku, men vit eiga at gera alt fyri, at tað vera fáar fosturtøkur. Tað eigur at vera mark fyri, hvussu langt í eini viðgongu ein fosturtøka kann fremjast. Fleiri onnur lond hava 12 vikur sum mark fyri, nær kvinnan sjálv kann avgera, um hon ynskir fosturtøku. Hugtakið frí fosturtøka sipar helst í hesum spurningi til, at kvinnan einsamøll ger av, um hon vil hava fosturtøku framda.


Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, svarar millum annað soleiðis:

– Nei, Miðflokkurin tekur ikki undir við at nokta nøkrum komandi føroyingi rættin til tað lív, sum vit, ið liva, hava fingið. Vit harmast um, at lívmóðurin, ið átti at verið tryggasta staðið í alheiminum, er vorðið ótryggasta. Umleið 50 milliónir verða dripin í teimum árliga, meta serkøn. Vit eru samd við móður Teresu, sum millum annað segði, at: “størsta hóttanin móti friði í dag er rópið frá tí ófødda barninum”.

 

Arnfinn á Birtuni, talsmaður fyri Framtakið – fyri rættinum av velja kannabis, svarar millum annað soleiðis:

– Í sokallaðum etiskum málum stendur tað øllum valevnum frítt at stemma eftir egnari sannføring. Men mín persónliga meining er… og so framvegis.

Floksformenninir í hinum flokkunum hava ikki svarað.


Til ber at lesa øll svarini á trubodin.fo