Trý evni vóru á skránni til valfundin. Evnini vóru hesi: Hevur ungdómurin sjálvur ábyrgd av val av útbúgvingarleið, ella skal samfelagið inn at stýra? Skal valrætturin lækkast til 16 ár? Og hvussu skulu vit fremja tað grøna skiftið?
Allir teir níggju floksformenninir mannaðu pallborðið. Hvør flokkur fekk fyrst ein minutt at greiða frá teirra hugsjón, áðrenn tey trý evnini vórðu viðgjørd hvørt eftir annað.
Floksformenninir komu við stórt sæð somu útsøgnum og grundgevingum um hesi evni, sum teir longu hava gjørt fleiri ferðir í valstríðnum.
##med2##
Valrætt sum 16 ára gomul
Tað evni, ið skapti eitt sindur av kjaki í, var, um valrætturin skuldi lækka niður í 16 ár. Her vóru meiningarnar ymiskar hjá flokkunum; nakrir søgdu ja, og aðrir søgdu nei.
Nakrir næmingar spurdu. Millum annað spurdi ein, um ikki 16 ára valrættur fór at verða misnýttur, tí fleiri 16 ára gomul ikki vórðu politiskt tilvitað, og tí vóru ov lætt at lata seg ávirkað av øðrum.
Ein annar næmingur spurdi, um tey 16 ára gomlu eisini skuldu hava loyvi at koyra bil, at taka lán, at hava møguleika at stilla upp og at keypa í Rúsini.
Politikarar duga eisini at undirhalda, og teir nýttu hetta høvi at koma við stuttligum viðmerkingum. Millum annað varð hugleitt um, at tað hevði verið stuttligt at havt ein 16 ára gamlan løgmann, sum ikki hevði koyrikort, og sum ikki kundi skriva undir lán fyri landskassan.
Býttu út rósur og valtilfar
Umleið 1500 næmingar ganga á Glasi, umframt at fleiri hundrað starvsfólk eisini vóru til valfundin. Talan er tí um nógvar atkvøður, sum politikararnir fiska eftir. Hetta sjálvt um ikki øll av teimum, ið ganga á Glasi hava valrætt, tí at tey eru ikki 18 ár enn.Lesið meira um valfundin í Sosialinum, sum verður borin út í øll hús í landinum í morgin.
##ms##