Floksfelagir møtast á vøllinum

Øll ungdómsárini spældu Atli Danielsen, Símun Joensen og Hjalgrím Elttør á liðið saman í KÍ. Hjalgrím og Símun hava spælt í Klaksvík í aðrari troyggju. Í kvøld skal Atli Danielsen spæla móti barn­dóms­felaginum á fyrsta sinni

Gjøgnum ungdómsárini stríddist 83 árgangurin hjá KÍ saman við serliga HB um at vinna gullið bæði í landskapping og steypakapping. Á KÍ liðnum spældu Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen og Símun Joensen. Mangan vóru teir í dysti við millum annað HB leikararnar Jón Róa Jacobsen og Vagn Mohr Mortensen.

Hjalgrím og Atli skifta
Teir spæla allir í KÍ fram til 2007, tá Hjalgrím Elttør skiftir til NSÍ. Núverandi KÍ liðskiparin var ein av lyklaleikarinum í FM heit­inum, sum NSÍ vann tað árið. Somu­leiðis flytur Atli Danielsen av land­inum og spælir bara tann eina dystin í 2007.
Hjalgrím spælir í tvey eitt hálvt ár við NSÍ, áðrenn hann í 2009 skiftir í seinnu hálvu til KÍ. Eis­ini Atli Danielsen spælir seinnu hálvu við KÍ, men hvørgin megn­ar at bjarga KÍ lívinum í bestu deildini.
KÍ spælir í 2010 í næstbestu deildini og fleiri leikarar leita sær vekk frá felagnum. Atli Danielsen fer aftur til Danmarkar at spæla, meðan Hjalgrím Elttør og Símun Joensen flyta til Havn at spæla við B36.

Fyrstu fer í B36 troyggjuni
Hjalgrím hevur roynt at spælt í Klaksvík við øðrum enn KÍ, somu­leiðis royndi Símun Joensen tað fyrr í ár. Nú er túrurin komin til Atla Danielsen.
– Tað verður ein serligur dyst­ur, eg havi ikki roynt at spælt móti KÍ fyrr. Tað verður eisini serligt at skula koma til Klaksvíkar og skula royna at vinna á KÍ, men eg má bara fyrireika meg sum eg geri til ein vanligan dyst, sigur Atli Danielsen.
Atli hevur spælt 161 dystir fyri besta liðið hjá KÍ og skotið 28 mál.

Fyrireikar seg til ringa móttøku
Tað er ikki óvanligt í fótbólts­heiminum, at viðhaldsfólk siga sína meining tá tey eru til dyst. Hóast tað ikki liggur í kortinum, so fyrireikar Atli seg til at taka ímóti onkrari minni vinarligari við­merking.
– Eg má eisini fyrireika meg upp á at onkur kanska fer at rópa okkurt eftir mær, men tað má eg bara eisini taka við. Tað er ein partur av spælinum, sigur Atli víðari.
Ein av orsøkunum til at Atli valdi at skifta til B36 í summar og ikki KÍ var, at hann vildi sleppa at kempa um gullið. Atli vísur tó á, at hann hevur sína dagligu gongd í Klaksvík og fólk tykjast skilja hann.
– Eg má hava fokus á dystinum og ikki hvat hendir rundan um, men nú arbeiði eg í Klaksvík og eg havi ikki hoyrt so nógv. Fólk tykjast skilja mítt val og mina avgerð, men tað kann eisini broyt­ast tá vit eru á vøllinum og fólk­ini siga okkurt annað, sigur Atli Danielsen.

Atli Danielsen
er framvegis KÍ'ari
Landsliðsleikarin er framvegis góður við barndómsfelagið, men leggur dent á, at hann nú hevur eina uppgávu at loysa við B36 og tí mugu tær kenslurnar pakkast burtur eina løtu.
– Eg vóni sjálvandi at KÍ yvir­livur í bestu deildini, tí innast inni eri eg sjálvandi góður við mítt barndómsfelag. Men nú má eg spæla fyri B36 og royna at vinna á KÍ, men hinar dystirnar, so haldi eg við KÍ, sigur Atli Danielsen at enda.
Dysturin millum KÍ og B36 verður í kvøld klokkan 17:30 og Rás2 fer at siga beinleiðis frá dyst­inum.