Ruth Vang segði við Sosialin í juli í 2022, at hon er ímóti fríari fosturtøku – og við Dag og viku í kvøld segði hon, at flokkurin als ikki er samdur í hesum máli, og at hon ikki visti um tíðindafundin, sum Bjarni Kárason Petersen skipaði fyri í dag, har hann greiddi fjølmiðlunum frá uppskotinum.
Sólvit Nolsø ger á Facebook í kvøld greitt, at heldur ikki hann tekur undir við uppskotinum.
– Mín støða í málinum er ongantíð broytt. Eg taki ikki undir við fríari fosturtøku og havi boðað frá tí frá byrjan.
– At viðurskiftir skulu bøtast eru øll samd um. Millum undirliggjandi orsakirnar til, at summi velja fosturtøku, eru sosialar skipanir so sum ótíðarhóskandi barsilsútgjald og bústaðartrot. Tá var nógv frægari, at mann til dømis setti eyka orku at rætta uppá tað.
– Eitt annað, sum er ógvuliga ørkymlandi í øllum hesum er, at landsstýrið upp á ein fyrrapart hevur koyrt málið út til almenna hoyring, uttan at løgtingsfólk vistu tað ella hava havt møguleika at seta seg inn í tað og lesa uppskotið, sigur Sólvit Nolsø, løgtingsmaður fyri Framsókn.