Tjóðveldisflokkurin metir tað vera best fyri álitið á flokkin, at Signar á Brúnni fer frá sum landsstýrismaður, nú løgtingsgrannskoðararnir hava staðfest, at hann hevur brotið lógina, tá hann seinasta summar játtaði pening til SvF uttan heimild.
Flokkurin hevur havt fund um støðuna hjá Signari á Brúnni alt vikuskifti. Á fundunum er landsstýrismaðurin, ið eisini er limur floksins, sloppin at greiða frá støðu síni til málið, somuleiðis, sum hini ting- og landsstýrisfólk floksins hava sagt sína meining um støðuna.
Niðurstøðan av fundunum gjørdis, sum sagt, at flokkurin vil hava Signar frá. Hann skal í øllum førum út á síðulinjuna, meðan málið verður gjøllari kannað, siga álítandi keldur úr Tjóðveldisflokkinum.
Beint nú situr Signar á Brúnni á landsstýrisfundi í Tingnesi. Væntandi er, at tað verður á hesum fundi, at hann heitir á løgmann um at verða loystur úr landsstýrissessinum.
Til nýggjur landsstýrismaður er funnin, er meiningin, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum og varaløgmaður, skal umsita málsøkini hjá Signari á Brúnni. Hesi málsøki eru undirvísingarmál og mentamál.










