Flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmsusen, Moderaterne, hevur nú alment rætt at stilla upp til næsta fólkatingsval. Tað sæst hjá Indenrigs- og Boligministeriet.
Floksstavurin á atkvøðuseðlinum verður M.
Fyrrverandi Vinstra-formaðurin kunngjørdi navnið hjá flokkinum grundlógardagin í gjør, eftir at hann. 1. januar 2021 meldaði seg úr Vinstra.
Næsta fólkatingsval verður í seinasta lagi 4. juni 2023, hóast valið seinast var 5. juni í 2019. Valskeið til Fólkatingið eru ein dag styttri enn valskeið til Løgtingið í Føroyum. Tí í Føroyum kann val haldast fjórða hvørt ár, meðan tey í Danmark tulka grundlógina soleiðis, at valið í seinasta lagið skal haldast fýra ár minus ein dag síðani síðsta val.
Fyrr í mánaðinum upplýsit Løkke, at hann hevði biðið um at fáa floksstavin M, sum hann eisini hevur fingið.
– Moderaterne hava nú savna 25.968 undirskriftir, so eg havi biðið Innanríkismálaráðið um at stegða innsavningini og góðkenna, at Moderatarnir hava rætt at stilla upp til næsta fólkatingsval undir floksstavinum M.
– Harvið er tað komið upp á pláss, og vit eru eitt stórt stig nærri at stovna flokkin tann 5. juni 2022, skrivar Løkke á Twitter.
Grundlógardagin í fjør høvdu Moderatarnir tryggjað sær neyðugu 20.182 undirskriftirnar, sum er kravið fyri at sleppa at stilla upp.
Moderatarnir byrjaðu sum eitt sokallað politiskt netverk. Tað var fyri persónar, sum høvdu hug at kjakast og formulera politisk uppskot saman við Løkke. Hann gjørdi frá byrja greitt, at var nóg stórur stuðul til átakið, so fór hann at stovna ein nýggja flokk.
Moderatarnir skulu sambært Løkke fevna um miðjuna í donskum politikki. Endamálið er at halda ytru veingirnar frá ávirkan, hevur hann fleiri ferðir sagt.
Á fólkatingsvalinum í 2019 fekk Løkke yvir 40.000 persónligar atkvøður. Tað var bara forkvinnan í Javnaðarflokkinum, og núverandi forsætisráðfrú, Mette Frederiksen, ið fekk fleiri atkvøður.
/ritzau/