Ein tilburður av koronusmittu í einum flokki á skúlanum á Løgmannabreyt hevur havt við sær, at næmingarnir í flokkinum eru sendir til kanningar og hava fingið boð um at halda seg við hús í dag.
Høgni Joensen, skúlastjóri, sigur við in.fo, at talan er um ein avmarkaðan tilburð, tí at smittukeldan í flokkinum er kend, og av tí sama hevur hetta ikki ávirkan fyri aðrar skúlaflokkar, sum eru í skúla í dag av tí sama.
Sostatt er støðan ein onnur enn á Glasi, har smittukeldan var ókend.
– Tað er eftir boðum frá heilsumyndugleikunum, at næmingarnir skuldu testast. Eru øll negativ, so koma næmingarnir aftur í skúla í morgin. Er onkur hinvegin positivur, so verður tikin ein roynd aftrat, sigur Høgni Joensen, og leggur aftrat, at næmingarnir fáa svar upp á koronuroyndina í dag.