Formaðurin í Tjóðveldi ger eina seinastu roynd at yvirtala partamannin úr Kunoy, Heina O. Heinesen. Hann toyggir seg inn yvir borðið og roynir øll retorisk kynstur fyri at fáa mannin at rógva í takt. Men Heini O. Heinesen hevur tikið støðu. Sum seytjandi maðurin og tungan á vágskálini millum samgongu og andstøðu kann hann undirgrava fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni, og lítla løtu seinni fellir hann uppskotið hjá sínum egnu um at skerja talið av fiskidøgum við tjúgu prosentum.
Dagurin er 15. august í 2008, og enn ein bumba er brostin í CHE-samgonguni. Bert tvær vikur eftir, at Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum hevur tikið seg úr samgonguni, tí sandoyartunnilin ikki fekk teir pengarnar, sum Gerhard kravdi.
Nakrar dagar seinni er CHE-samgongan farin í søguna.
Eingin disiplin
Hendingarnar á sumri í 2008 eru feskar illustrasjónir av generellu floksdisiplinini í Føroyum. Og hetta var evnið á einum tiltaki í hølunum hjá Almannamálaráðnum mikukvøldið, sum Búskapar- og løgfrøðingafelagið skipaði fyri. Løgtingsstjórin Súsanna Danielsen og samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre hildu fyrilestrar um ávikavist formligu karmarnar fyri politiska arbeiðinum og um flokspolitisku skipanina fyrr og í dag.
– Eg fari at seta spurningin, um politiskir flokkar finnast í Føroyum, helt Jógvan Mørkøre fyri tíðliga í sínum uppleggi, áðrenn hann sjálvur svaraði spurninginum.
– Svarið er partvís ja, tí formliga eru politisku flokkarnir framvegis sentralir. Men svarið er eisini nei, tí sjáldan hevur tað í praksis verið so trupult at fáa eyga á nakrar samansjóðaðar politiskar eindir, sum virka og arbeiða í felag, segði Jógvan Mørkøre.
Tað er einstaklingurin og ikki flokkurin, sum er tann primeri aktørurin í føroyskum politikki. Toppstýringin og floksdisiplinin, sum vit kenna frá londunum kring okkum, er trupul at fáa eyga á í Føroyum. Eksklusjónir eru nærum óhoyrdar, og tað fær lítlar og ongar avleiðingar fyri tinglimir at ganga ímóti egnum flokki ella samgongu í tíð og ótíð. Politiska rekrutteringin finst nærum ikki. Og flokkarnir hava onga professionella umsiting, tí teir eiga lítlan og ongan pening.
Úrslitið er sambært Jógvani Mørkøre, at politisku flokkarnir eru reduseraðir til leysar alliansur, sum als ikki binda limirnar til eina felags linju. Tí verður tað verri og verri hjá flokkunum at orða og standa saman um ein og sama politikk. Og »leysu kanónirnar á dekkinum«, sum Jógvan Mørkøre málber seg, eru vorðnar ein natúrligur og integreraður partur av tí politiska lívinum.
Leysar kanónir
Men hvørjar eru so hesar leysu kanónirnar?
Bara seinastu tvey til trý árini eru dømini mong. Stutt undan jólum boðaði Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum frá, at hann tók seg úr arbeiðinum við fíggjarlógini. Og síðani boðaði hann í lesarabrævi frá, at samtykta fíggjarlógin fyri 2010 er í stríð við alla fakliga tilráðing.
Tann 23. september í fjør helt Edmund Joensen í lesarabrævi, at hansara egni løgmaður og floksformaður ikki var sína uppgávu vaksin saman við hinum oddafiskunum í ABC, tí hann ikki gav donsku stjórnini boð um at tiðna árligu ríkisveitingina, sum varð fryst føst undir fullveldislandsstýrinum. Løgmaður græt og illa læt í útvarpstíðindunum á middegi dagin eftir, men eftir ein stuttan seinnapartsfund sama dag vissaði ein glaður Kaj Leo um, at samstarvið hevði ongantíð verið betri.
Tríggjar dagar framman undan segði Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum við Sosialin, at løgmaður er Føroya størsti svíkjari. Orðini fullu, eftir at landsstýrið hevði strikað játtanina til undirsjóvartunnilin í Sandoynna. Úteftir fingu hørðu útsagnirnar hjá hvørki Edmundi ella Gerhardi nakrar avleiðingar.
Og saman við Heina O. Heinesen var tað eisini Gerhard Lognberg, sum gjørdi lívið hjá CHE-samgonguni súrt. Seinast í juli 2008 tók hann seg úr CHE-samgonguni, enn einaferð orsakað av sandoyartunlinum, og tvær vikur seinni brast næsta bumban, tá Heini O. Heinesen feldi fiskivinnupolitikkin hjá síni egnu samgongu, sum ein mánað seinni fór í søguna. Um sama mundið legði javnaðartingmaðurin John Johannesen javnaðarfólkini í landsstýrinum undir at vilja »selja ommu sína fyri taburettirnar«, sum hann málbar seg. Og javnaðarformaðurin Jóannes Eidesgaard segði seg í sjónvarpinum verða stungnan í bakið. Men tað fekk ongar avleiðingar.
Og vit kundu hildið á við Alfredi Olsen, sum tók seg úr fyrru ABC-samgonguni orsakað av orrustuni um § 266b, men sum nú er umborð aftur. Og Torbjørn Jacobsen, sum undir fullveldislandsstýrinum meiri enn einaferð leyp á sín egna formann Høgna Hoydal og løgmann Anfinn Kallsberg við ákærum um líkt og ólíkt.
Breiðar samgongur
Stóri spurningurin er, hvat hesar óteljandi orrustur á politiska pallinum siga um politiska mentan í Føroyum. Hevur hugtakið »flokkur« ein annan týdning í Føroyum samanborið við okkara grannalond? Hví tykist føroyska floksskipanin at rúma eini individualismu, sum ikki eksisterar í londunum kring okkum?
– Tað er trupult at siga, hví tað hevur útviklað seg soleiðis, sum tað hevur. Men eftir mínum tykki áttu flokkarnir at tikið í egnan barm og gjørt sær greitt, hví vit í roynd og veru skulu hava politiskar flokkar, heldur Jógvan Mørkøre.
Hann saknar størri flokspolitiskar umsitingar, politiska skúling av nýggjum politikarum og avleiðingar, tá kaos valdar.
- Við eini slíkari politiskari mentan er tað ikki løgið, at vit hava eina breiða samgongu, tí tað skapar eitt frælsi fyri politikarar at gera, sum teir vilja, uttan at meirilutin koppar. Og eg vænti, at vit fara at síggja meiri til breiðar samgongur í framtíðini, har tríggir stórir flokkar finna saman uppá tvørs av høgra og vinstra og loysing og samband, soleiðis sum støðan er í dag, heldur Jógvan Mørkøre. Eisini hóast breiðar samgongur hava truplari við at semjast um nakrar politiskar raðfestingar, tí hugsjónarliga spjaðingin blívur so stór.