Flokkar vilja vita nær landamørkini lata uppaftur

Tað hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna at lata landamørkini uppaftur, siga floksleiðarar í Danmark

Bæði Vinstri og tey Radikalu vilja nú hava eina dagfesting, nær landamørkini lata uppaftur.

Tey Konservativu vilja hava málið »avklárað«.

Mørkini eru stongd vegna koronakreppuna, og tað hevur rakt ferðavinnuna hart.

Tað er eisini júst fyri at hjálpa hesi vinnuni, at Jakob Ellenam-Jensen nú vil hava greitt svar.

– Tá Týskland tosar um at lata landamørkini upp, so er eisini neyðugt, at vit gera tað í Danmark, sigur Jakob Elleman-Jensen, formaður í Vinstra.

Hjá teimum radikalu eftirlýsir Morten Østergaard eisini einum greiðum svari frá stjórnini.

– Stongsulin av landamørkunum er nakað av tí, sum hevur ávirkað alla vinnuna. Tað er tørvur á einum týðuligari svari uppá, hvørjum vit kunnu rokna við.

– Kunnu vit taka ímóti týskum og norðurlendskum ferðafólkum í summar, ella kunnu vit ikki? Vit skylda ferðavinnuni eitt greitt svar, sigur formaðurin hjá teimum radikalu.

Søren Pape Poulsen, formaður hjá teimum Konservativu, ætlar at kanna, um týsk og norsk ferðafólk kunnu vitja Danmark í nærmastu framtíð.

– Vit vil fegin lata upp kafé’ir, matstovur, handilsmiðstøðir og stuttleikaparkir. Og so skal tað eisini verða møguleiki fyri at koma út við familjuni eins og at avklára, um týsk og norsk ferðafólk kunnu vitja Danmark.

– Tey bæði londini hava tamarhald á smittuni, og tey skulu hava møguleikan at leiga summarhús í Danmark, sigur Søren Pape Poulsen.

Floksleiðararnir í Danmark høvdu fund í dag um fasu tvey av upplatingini av landinum.

Í morginári samráðast teir víðari. Ein ætlan verður eftir øllum at døma løgd fram einaferð í morgin.

/ritzau/