Nei, álvaratos, tit góðu menn, skal nakar nýggjur vøllur gerast, so skal hetta kannast gjølla, hvar ein nýggjur flogvøllur skal liggja, og ikki bert ganga eftir einari kanning, sum ein óivað kann seta spurnartekin við, um nenda er neutral, og um henda kanning og verkætlan ikki hevur nógvar feilir og manglar.
Verið varnir at loypa á bláman bert tí onkur vil hava flogvøll á Glyvursnesi. Sum oman fyri nevnt eigur at kannast gjølla, hvar nýggjur flogvøllur skal liggja, og um vit í heila tikið skulu hava nýggjan flogvøll. Eg spyrji bert hvør skal gjalda?
Í grein í Dimmu 18. febr. verður sagt, at tað tekur 3 ár at byggja nýggjan flogvøll í Nuuk í Grønlandi. Er hetta rætt, og hvussu nógva tíð hava teir nýtt til kanningar í Nuuk?
Um peningurin, sum tað kostar at útbyggja verandi flogvøll og tað kostar at seta glíðibreyt upp, skal nýtast til at byrja at gera nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, er hetta ørvitistos og tokutala. Føroyingar skulu sjálvir rinda fyri nýggjan flogvøll ? danir rinda einki, tað hava teir sagt.
Sjálvandi skal verandi flogvøllur útbyggjast soleiðis, at regulariteturin verður betri, eins og trygdin verður betri. Nevndin, sum landsstýrið og Ferðslumálastýrið settu í 1996, hevði ikki mælt til at útbyggja og gjørt íløgur í verandi flogvøll, um teir meintu nakað annað.
Um nakað av peninginum skal nýtast til annað endamál, so skal hetta vera til at gera undirsjóvartunnil við.
Annars meini eg, at arbeiðið at gera undirsjóvartunnil skal byrja beinanvegin, tí heldur ikki her hava vit føroyingar ráð at bíða longur.
pep