Flogvanlukkan er fremst í huganum

Fyririeikingarnar hjá kypriotiska landsliðnum til dystin móti Føroyum á Svangaskarði í kvøld hava ikki verið av teimum bestu. Syrgiliga flogvanlukkan sunnukvøldið, tá ið eitt flogar ávegis av Kypros til Athen datt niður og øll umborð lótu lív, liggur fremst í huganum hjá kypriotiska ferðalagnum í Føroyum.

Eins og Føroyar er Kypros eitt ógvuliga lítið samfelag, har fólk kenna hvønn annan, og tí rakar ein slík flogvanlukka ógvuliga meint. Kypriotisku spælararnir og hini fólkini kring kypriotiska landsliðið hava hesar dagarnar, síðani hópurin kom til Føroya, nýtt hvørja fríløtu til at sita framman fyri sjónvarpinum og fylgt við í seinastu tíðindunum um flogvanlukkuna.

Setur dám á dystin
Á tíðindafundi, sum kypriotiska landsliðið hevði á Hotel Føroyum beint fyri døgurða týsdagin, greiddi kypriotiski venjarin, Angelos Anastasiades, frá, at ólukkan fer at seta sín dám á dystin.
- Vit hava í samráð við FIFA gjørt av, at dysturin byrjar við tøgn í ein minutt. Vit fara at spæla við syrgibindi, og kypriotiska flaggið verður í hálvari stong, meðan spælt verður, segði landsliðsvenjarin.
Vanlukkan hevur eisini havt við sær, at hópurin hjá kypriotum bleiv skerdur við einum leikara, tí miðvallarin Nicos Nicolaou úr Anorthosis misti onkran av sínum kæru í vanlukkuni, og hann er tí farin heim aftur til Kypros.
Angelos Anastasiades sigur tó, at kypriotiska liðið ikki fer at nýta vanlukkuna sum nakra umbering undan dystinum, og at teir fara at gera alt fyri at vinna dystin.
- Vit fara á vøllin fyri at vinna dystin til heiðurs fyri tey, sum hava latið lív í flogvanlukkuni tey avvarðandi hjá teimum, sigur kypriotiski landsliðsvenjarin.
Umframt Nicolaou, ið er farin heim til Kypros, er ivi um ein annan miðvallara, Georgiou, ið hevur krím, og í kypriotisku leguni rokna teir ikki við, at hann verður tøkur til dystin á Svangaskarði.
Á tíðindafundinum spyrja umboð fyri kypriotisku fjølmiðlarnar landsliðsvenjaran, at hann er greiður yvir, at føroyingar hava fingið teirra sterkasta álopsvápn, Toda Jónsson, við aftur á liðið, og um kypriotar fara at gera nakað serligt fyri at steðga honum.
Til hetta svarar Angelos Anastasiades, at hjá honum snýr tað seg fyrst og fremst at hugsa um spælið hjá sínum liði heldur enn mótstøðuliðið, og at í fótbólti snýr tað seg um lið heldur enn einstaklingar. Teir einkultu spælararnar kunnu fjølmiðlarnir og áskoðararnir so kjakast um, sigur landsliðsvenjarin hjá Kypros.

Leggja størri dent á egið spæl
Á tíðindafundinum nýttu bæði landsliðsvennjarin og spælaraumboði, Ioannis Okkas, høvi til vegna kypriotiska landsliðið at senda sína samkenslu til teirra, ið hava mist í sambandi við flogvanlukkuna.
Okkas, sum javnaði til 2-2 seint í dystinum á Kypros í fjør heyst, segði, at tað vóru fleiri av spælarunum, sum kendu onkran, ið var við flogfarinum, og tí var hýrurin í hópinum sjálvsagt ikki tann besti.
Um sjálvan dystin móti føroyingum segði Okkas, at Kypros eigur at vinna dystin, tí at teir eftir hansara tykki hava eitt betur lið enn føroyingar. Hann segði eisini, at kypriotisku spælararnir ætla við einum sigri at strika javnleikin á Kypros, sum eftir teirra tykki var eitt sera vánaligt úrslit.
Angelos Anastasiades var ikki venjari, tá ið føroyingar vitjaðu á Kypros, og Ioannis Okkas segði, at nógv var broytt undir nýggja venjaranum:
- Spælararnir eru kanska teir somu, men vit taktikkurin og venjingin eru nógv broytt. Nýggi venjarin leggur dent á okkara egna spæl heldur enn mótstøðuliðið, og eg haldi, at vit eru nógv betur skipaðir nú, enn vit hava verið, segði Okkas at enda.