Flogvanlukka í Sveis

Í minsta lagi fimm fólk doyðu, tá eitt flogfar datt niður har vesturi í Sveis í dag. Myndugleikarnir siga, at málið verður kannað, men enn duga teir ikki at siga nakað um orsøkina til vanlukkuna.

Fólk, sum sóu tilburðin, hava greitt frá, at flogfarið fleyg tvær ferðir uppi yvir bygdini Tetroz miðskeiðis í dag. Alt í einum datt flogfarið niður stutt uttan fyri bygdina, siga vitnini sambært sveisisku fjølmiðlunum.

Flogfarið var farið úr Lausanne og skuldi til Friburg, skrivar Reuters.