36 fólk doyðu, tá eitt ferðamannaflogfar datt niður við russiska býin Jaroslav í dag. Tíðindastovan Interfax sigur frá trygdarkeldum, at tað vóru 37 fólk í flogfarinum.
Sky News veit at siga, at eldur kom í flogfarið, beint áðrenn tað datt niður. Flogfarið var av slagnum Yak 42.
Jaroslav er niðskeiðis í Russlandi.