Flogvanlukka í Papua Ný Guinea

Eitt ferðamannaflogfar við 32 fólkum í datt í dag niður nærhendis stronmdini í Papua Ný Guinea, og sambært myndugleikunum sluppu bara fýra fólk frá vanlukkuni á lívi.

Flogfarið, sum var av lagnum Bombardier Dash-8, var á veg úr Lae til Madong, tá tað brádliga hvarv av radaraskíggjanum hjá flogeftirlitinum.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at teir seinastu ellivu árini eru 20 flogfør dottin niður í Papua Ný Guinea. Kortini er tað ikki meiri enn tvey ár, síðani landið fekk eina skaðanevnd.