Flogvanlukka kravt 32 mannalív

32 fólk doyðu, tá eitt flogfar hjá ST fórst, júst sum tað skuldi seta seg á flogvøllin uttan fyri høvuðsstaðin í Kongo, Kinshasa, í gjár. Myndugleikarnir siga, at flogfarið, sum var av slagnum CRJ-100, fór í tvíningar, og at eldur kom í tað, tá tað royndi at lenda.

Tað var gloprarregn, tá vanlukkan hendi.

Sum skilst vóru 33 fólk í flogfarinum, og minst 20 teirra arbeiddu hjá ST, skrivar AFP.