Flogvanlukka kravt 28 mannalív

- Flogfarið rakti eina fjallasíðu, sigur virkandi stjórin í flogfelagnum, Kamchatka Aviation Enterprise, sum átti flogfarið. 

 

 

Øll doyðu, tá eitt flogfar av slagnum, Antonov An-26 við 28 fólkum umborð, datt niður har eysturi í Russlandi í dag. Tað var seinnapartin í dag, at myndugleikarnir varnaðust, at eitt flogfar har eysturi í Sibiria var horvið. Russiska tíðindastovan Tass veit at siga, at 22 ferðafólk og ein manning, ið taldi seks, var við flogfarinum.

 

Sambært tíðindastovuni, Al Jazeera, var í minsta lagi eitt barn eisini í flogfarinum. Í kvøld hava russisku myndugleikarnir sambært Reuters boðað frá, at eingin yvirlivdi vanlukkuna. Ein filmsupptøka frá leitingarátakinum vísir eitt brent øki, har hugsandi er, at flogfarið hevur borið við, áðrenn tað er dottið niður.

 

AP heldur tað vera hugsandi, at flogfarið hevur rent inn í eina fjallasíðu, tá tað skuldi lenda. Sagt verður, at tað var toka og skýggjað. Samskiftið við flogfarið varð slitið, og flogfarið hvarv á radaranum. - Flogfarið rakti eina fjallasíðu, sigur virkandi stjórin í flogfelagnum, Kamchatka Aviation Enterprise, sum átti flogfarið. 

 

Útlendskir miðlar skriva, at alt bendir á, at í øllum førum partar av flogfarinum raktu fjallasíðuna, áðrenn flogfarið datt niður. - Lendingarbreytin liggur soleiðis, at neyðugt er at flúgva inn við sjósíðuni, upplýsir ein talsmaður fyri myndugleikarnar.

 

Umleið klokkan 22 lokala tíð váttaði stjórin í Kamchatka Aviation Enterprise, Aleksej Khrabrov, at vrakpetti av flogfarinum eru funnir, veit tíðindastovan Tass at siga í kvøld. - Ja, vit hava funnið vrakið av flogfarinum. Eg kann einki siga um, hvar vrakið er funnið, ei heldur um umstøðurnar kring vanlukkuna. Fleiri upplýsingar koma í morgin, segði stjórin í flogfelagnum í kvøld.

 

Sum skilst, eru vrakpetti av flogfarinum funnin við fjallasíðuna, har flogfarið eftir øllum at døma hevur borið við, og vrakpetti eru eisini funnin einar fimm kilometrar frá flogvøllinum. At enda eru eisini vrakpetti funnin flótandi í Okhotskhavinum, sum er ein vík í Eystursibiria, innanvert hálvoynna, Kamtsjatka.

 

Sambært Reuters hevur hetta slag av flogførum verið partur av fleiri flogvanlukkum seinastu 50 árini, men stjórin í felagnum, sum átti flogfarið, sigur, at flogfarið var í góðum tekniskum standi fyri fráferð. Sambært TASS hevur flogfarið verið í vinnu síðan 1982.

 

##med2##