Myndugleikarnir í Kili stúra fyri, at ein vanlukka við einum hernaðarflogfari hevur kravt 21 mannalív. Flogfarið var á veg av meginlandinum til Juan Fernandez-oyggjarnar, tá tað hvarv av radaranum eftir at hava roynt tvær ferðir at seta seg á høvuðsoynni.
Andres Allamand, verjumálaráðharri, sigur, at bjargingarlið hava funnið líkini av tveimum monnum og kvinnum á sjónum, og hann væntar ikki at finna nakran av teiomum 21 á lívi.
Millum teirra, sum vóru í flogfarinum, var eitt sjónvarpslið, sum skuldi gera eina sending um arbeiðið at endurbyggja skaðan, sum Juan Fernandez-oyggjarnar fingu av einari flóðaldu, ið komst av einum jarðskjálvta tann 27. februar í 2010.
Juan Fernandez-oyggjarnar eru eru 360 fjórðingar úr kilsku strondini.










