Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, hevur verið til so sum hvørja einastu Ovastevnu, síðani hon byrjaði Á Nýggjavegi í kvøld rendu vit okkum inn í flogvallarovastan, Finnboga Niclasen. Hann er giftur við Ednu, fyrr Joensen, sum er úr Nólsoy.
- Ja, vit hava verið á nærum hvørjari Ovastevnu síðani hon byrjaði. Í fjør var ein einsamallur, tí Edna var burturstødd, men annars eru vit altíð í Nólsoy um ta tíðina, sigur Finnbogi Niclasen.
Hann segði, at tey høvdu verið ein forvitnisligan túr við bili gjøgnum øll norðurlondini, frá Danmark, gjøgnum Svøríki, yvir til Finnland upp gjøgnum landið til jólamansbýin, Roviemeni, sum er jólaskrýddur alt árið, og har alfar og nissur framføra alt árið.
Teir hava sprongt 12.000 rúmmetrar burtur úr einum fjalli, og har hava teir innrættað ein jólamannabý, sum desember seinasta ár høvdu 300.000 vitjandi.
Hetta var ein ógvuliga áhugaverdur túrur, men eisini rættiliga strævin, einar 6.000 kilometrar, niður við norsku strondini aftur til Bergen, sigur Finnbogi Niclasen.
Men nú nýtir hann so Ovastevnuna saman við konuni enn einaferð.










