Partafelagið Vága Floghavn hevur í summar yvirtikið flúgvarabedingina í Vágum frá landinum. Flúgvarabedingin hevur í fleiri ár verið brúkt sum tjaldingarpláss við kampingvogni Hóast eini 100 kampingvognar hava staðið á flúgvarabedingini í summar so eru eingir hentleikar á flúgvarabedingini, sum eitt slíkt tjaldingarstað eigur at hava. Her verður serliga hugsað um tey saniteru viðurskiftini, eldsløkkjarar og annað, skrivar P/F Vága Floghavn í tíðindaskrivi.
Víðari verður sagt, at Vága Floghavn fer í vetur, saman við Sørvágs kommunu, í gongd við at fáa hesi viðurskifti í rættlag soleiðis, at flúgvarabedingin kann virka sum góðkent tjaldingarstað. Viðmerkjast skal, at Sørvágs kommuna longu hevur lagt el, vatn og telefonkaðal til økið.
- Flúgvarabedingin er stak væl egnað sum tjaldinarpláss og bæði P/F Vága Floghavn og Sørvágs kommuna síggja møguleikar í fjúgvarabedingini. Men tað hevur stóran týdning at fáa brunatrygd og tey saniteru viðurskiftini í rættlag. Hetta er orsøkin til, at P/F Vága Floghavn heitir á eigarar av kampingvognum og øðrum at flyta ogninar av økinum innan 1. november 2008, soleiðis at hesir ikki darva komandi arbeiðinum á økinum, sigur Kitty May Ellefsen nevndarforkvinna í P/F Vága Floghavn.