Flogvøllurin verður nú føroyskur

Fólkatingið samtykti í morgun við 3. viðgerð at játta 365 mió. kr. úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar til útbygging av flogvøllinum í Vágum. Vøllurin verður yvirtikin 1. mai

Málið um útbygging av Flogvøllinum hastar, men politisk ósemja hevur verið um, hvussu útbyggingin skal fíggjast. Danir hava ikki vilja goldið fyri útbyggingina, og tí hevur verið samráðst um at brúka ein part av Íleggingargrunninum fyri Føroyar til endamálið, men hetta er ein loysn, sum serliga Tjóðveldisflokkurin við Høgna Hoydal, floksformanni og fólkatingsmanni á odda, er í móti. Høgni Hoydal hevur ta áskoðan, at danir hava forsømt vøllin og eiga sjálvir at gjalda fyri útbyggingina. Tí er hann ímóti at brúka Íleggingargrunnin til stóru íløguna.
Hetta sær út til kortini at gerast loysnin, tí fyrrapartin í morgum samtykti Fólkatingið við 3. viðgerð at játta 365 mió. kr. yvir trý ár úr Íleggingargrunninum til útbygging av flogvøllinum. 107 atkvøddu fyri, tríggir blankt, meðan ongin var ímóti. Høgni Hoydal var íkki staddur í Fólkatinginum í morgum undir atkvøðugreiðsluni.
Tað var hin føroyski fólkatingsmaðurin, Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at viðtøkan í Fólkatinginum ber í sær, at flogvøllurin verður yvirtikin 1. mai. Anfinn Kallsberg viðgongur, at tað er ein kompromis at fáa flogvøllin útbygdan á henda hátt, men heldur samstundis, at hetta er ein loysn, sum føroyingar kunnu liva við.
- Danir hava í nógv ár ynskt at sleppa av við vøllin, og samráðst hevur verið aftur og fram millum føroyskar og danskar myndugleikar, um hvussu flogvallamálið skal loysast. Eisini í míni tíð sum løgmaður, sigur Anfinn Kallsberg.

500 mió. eftir
Semjan gongur út upp á at niðukapitalisera Íleggingargrunnin við 365 mió. kr., sum er tann upphædd, roknað verður við tað fer at kosta at leingja vøllin upp í 1.600 metrar, útbyggja terminalin og annars nútímansgera alt har vesturi.
Anfinn Kallsberg er fegin um, at tað endaliga er eydnast at finna eina loysn á flogvallamálinum.
- Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri infrakervið hjá føroyingum út í heim, har flogvøllurin er ein stórur fløskuhálsur í dag. Vit mugu minnast til, at har er litið og einki gjørt í eini 20-30 ár, og at flogvøllurin er fullkomiliga afturúrsigldur, sigur Anfinn Kallsberg.
Íleggingargrunnurin er upprunaliga ein lánigrunnur, sum danir í árunum 1964-73 settu tilsamans 140 mió. kr. í. Fram til dagin í dag er hann vaksin til millum 800 og 900 mió. kr. Hetta merkir, at tað fara at liggja á leið 500 mió. kr. eftir, nú flogvøllurin fer avstað við 365 mió. kr.
Fram til dagin í dag hevur Íleggingargrunnurin lænt millum 500 og 600 mió. kr. til millum annað undirsjóvartunlarnar, Landsverk, Sev og Atlantsflog. Áðrenn Sjóvinnubankin fór á heysin í oktober 1992, lænti Íleggingargrunnurin bankanum 200 mió. kr., ið eftir krakkið vórðu avskrivaðar.
Ongin neyv kostnaðarmeting er gjørd av útbyggingini av flogvøllinum, men ein fyribils meting sigur 365 mió. kr. Fer útbyggingin at kosta meiri, so skal meirkostnaðurin játtast yvir fíggjarlógina.