Gerandisdagurin í belgiska høvuðsstaðnum Brússel byrjar so smátt at líkjast sær sjálvum aftur, aftaná yvirgangsálopini á býin 22. mars.
Zaventem flogvøllurin, har tær fyrstu bumburnar brustu, letur nú partar av flogvøllinum uppaftur. Tað verður tó ikki fyrr enn í fyrsta lagi í annaðkvøld, at flogferðslan byrjar aftur.
Tað verður gjørt aftaná, at flogvøllurin hevur fingið loyvi frá sløkkiliðnum og belgiskum myndugleikum at byrja virksemi aftur.
Í fyrstu atløgu er tað bara 20 prosent av virkseminum á flogvøllinum, ið letur upp aftur, og leiðslan í flogvøllinum væntar, at tað tekur fleiri mánaðir áðrenn allur flogvøllurin kann takast í brúk aftur.
32 fólk doyðu í yvirgangsálopunum á Brússel, ið yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri.