Flogvøllurin byggjast út við størsta varsemi

John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, mælir til størsta varsemi, áðrenn flovøllurin í Vágum verður bygdur út og hann sigur, at nógvir løgtingslimir hava somu støðu

- Vit mugu vísa størsta varsemi, áðrenn vit brúka eina hálva milliard til at byggja flogvøllin í Vágum út fyri.

Tað staðfestir John Johannessen, politiskur formaður Javnaðarfloksins.

Hann sigur, at í fleiri ár hava vit roynt at fáa greiði á, hvar tað best hóskandi staðið er at leggja ein framtíðartryggjaðan føroyskan flogvøll.

Men hann staðfestir samstundis, at verður fyrst ein hálv milliard skotin av á flogvøllinum í Vágum, ganga minst 40 ár áðrenn tað kemur upp á tal at gera ein ordiliga langan, framtíðar vøll nakrastaðni í landinum, skuldu kanningar víst, at Vágar kortini ikki er tað best hóskandi staðið at leggja okkara framtíðar flogvøll.

Tí heldur hann, at tað er alneyðugt, at politiski myndugleikin ger sær púra greitt, hvat hann gevur seg í kast við, áðrenn nøkur endalig avgerð um at byggja vøllin í Vágum út.


Nógvir spurningar

Hann heldur, at tað kanska er neyðugt at longja vøllin í Vágum.

- Men spurningurin er um tað skal vera 1600, 1700 ella 1800 metrar.

- Spurningurin er eisini, hvussu nógv skal gerast við farstøðina við vøllin.

Sjálvur heldur hann ikki, at tað er rætt at taka alt ov rívan til í Vágum, fyrrenn ein nágreinilig faklig meting vísir, at tað er rætta staðið at leggja ein framtíðar flogvøll.

Tað metingina saknar hann, tí áðrenn hon er komin, ber ikki til at taka eina endaliga støðu um Vágar.

- Líka mikið, hvat vit gera vesturi í Vágum, sleppa vit ikki undan Sørvágsfirði og tí herviliga turbulensi, har kann vera sigur hann.

Og líka mikið, hvat vit gera vesturi í Vágum, sleppur flogfarið heldur ikki undan at skula snara stutt frá vøllinum undir lending og tí ber ikki til at brúka nútímans innflúgvingartól vesturi í Vágum, leggur hann afturat.


Fleiri eru samdir

Og hann staðfestir, at hann er langt frá einsamallur um hesa áskoðan.

- Eg veit at tað runt um í krókunum í Løgtinginum, eru fleiri politikarar, sum tosa um tað sama og sum hava somu meining sum eg.

John Johannessen vil sostatt hava eina fakliga nágreining av, hvar tað er best at leggja ein flogvøll.

- Og so skal okkara framtíðar vøllur verða har, um tað so er í Vágum, á Glyvursnesi ella aðrastaðni, sigur hann.