Flogvøllur í Nólsoy

5. juli 1996 helt ein megnarkvinna føðingardag úti í Nólsoy, har m.o. konan og eg vóru boðin við

Veðrið var gott, og vit spákaðu okkum heilt út á Borðuna, har vit hugdu at snotuligu húsunum og umhvørvinum har úti. Vit høvdu á orði, hvussu slætt lendið var, og á vegnum innaftur royndi eg at telja fótafetini fyri í fyrsta umfari at meta um, hvussu langur ein flogvøllur møguliga kundi verið á hesum stað, sum liggur líka so tætt upp at Havnini, sum Glyvursnes.

Eg starvaðist tá seinasta árið hjá Landsverkfrøðinginum, áðrenn eg fór frá fyri aldur. Komin á skrivstovuna strikaði eg leið okkara á eitt máliborðsblað í 1:20.000 og vísti táverandi landsverkfrøðingi, Henning Jacobsen, henda møguleika, og helt hann tað vera sera áhugavert; men av tí, at nógv tá var talað og skrivað um at leingja verandi flogvøll ella ikki, helt Henning, sum tann varni skilamaður, hann er, at vit ikki tá skuldu gera støðuna meira fløkta, enn hon var og heldur bíða, til greiða var fingin á verandi vølli. Sum kunnugt varð okkara, bæði her heima og í grannalondunum, høgt metti landsverkfrøðingur tvey ár seinni sagdur úr starvi, og hetta og ivaleyst mong onnur hugskot, sum vórðu løgd at taka til, eru tískil ongantíð tikin fram aftur; men tað gleðir meg almikið, at hugskotið nú er komið fram aftur av heilt nýggjum, væl gjøgnum arbeitt at síggja til, og leggur tú hetta oman á gomlu skitsuna, fella báðir vallirnir saman av tí, at kósin er so einfald og eyðsýnlig.

Einasti munurin er, at eg ikki hevði hugsað um eina tvørbreyt, og at eg fyri at stytta um longdina legði undirsjóvartunnilin so lágt á haga, sum gjørligt og inn á Glyvursnes; men tað var uttan nakra forkanning.

Um so er, at nýggjur flogvøllur skal gerast, so fær hugskotið hjá Magnus Hansen, akitekti, soleiðis við hesum mín fulla stuðul at kanna út í æsir, og vil eg mæla til fyrst av øllum at útvega fígging til kanning av vindi, hvirlum, veðurlíkindum og flogtekniskum viðurskiftum í heila tikið, áðrenn farið verður í aðrar tekniskar smálutir. Vindmátingar eru gjørdar í Nólsoy; men tær eru mest ætlaðar til onnur endamál.

Eitt er vist, at um ikki nakað flogtekniskt er til hindurs fyri hesi ætlan, so fæst her hin longsta flogbreytin í Føroyum, og afturat hesum ein tvørbreyt, sum kann verða líka long ella longri enn allar hinar, talan er um.

Við tílikum flogvølli hevði allur fiskur, um rætt varð atborið, kunnað verið flogin næstan beint úr sjónum og til brúkaran, og tað hevði verið til annan prís enn tann í dag.

 

Heini Olsen er fyrrv. deildarleiðari í vegaprosjektering hjá Landsverkfrøðinginum