Jákup Persson, Sørvágur
Hugtøkini flúgva
Í grein i Sosialinum 13. september 2007 hevur Poul Michelsen nakrar viðmerkingar til mín. Kjarnin í hesum viðmerkingum er, sum eg lesi tað, at vit skulu hava tryggleika, álítandi títtleika og kappingarførar prísir innan ferðafólkaflutning eins og farmaflutning. Her eri samdur við Poul Michelsen.
Poul Michelsen og hansara 31 starvsfelagar í løgtinginum skulu m. a. taka støðu til, hvar floghavnin skal vera í Føroyum. Tað má tí vera av týdningi fyri tey, at tey hava so góðan kunnleika og seriøsar upplýsingar til málið, sum gjørligt, at taka støðu út frá.
Tá PM sigur, at hetta fær undirritaða til at endurgeva nøkur pettir úr onkrum av teimum nógvu frágreiðingunum, sum skrivaðar eru um flogvallir í Føroyum, so er neyðugt at undirstrika, at hetta eru niðurstøður frá ráðgeving, ið Landsverk/Landsstýrið hevur biðið um frá norska felagnum Asplan Viak. Í øðrum lagi vísti eg á, hvar frágreiðingarnar vóru tøkar á alnótini. Herumframt hevur danska felagið Rambøll kvalitetstryggjað hesar niðurstøður. Við øðrum orðum eru tveir av hvørjum øðrum leysir rágevarar komnir til somu niðurstøðu.
Fyri PM er hetta ikki áhugavert, tí talan er her um vallir, sum í mesta lagi eru 1800 m. Somuleiðis vísir hann á, at Altjóða krøvini og longdin á vøllinum hava størsta týdning. At longdin á vøllinum hevur størsta týdning, gevur lítla meining. Tað er lítil meining í at hava ein langan vøll, ið stóran part av árinum ikki er atkomuligur, tí at hann liggur í næstan 300 m hædd (sjá alternativ 3)! Hvussu vit venda og snara málinum, so hava vit í Føroyum nakrar avmarkingar, ið vit ikki eru harrar yvir, fyrst og fremst topgrafiin og klimaið.
Hvat viðvíkur álítandi títtleika, sigur frágreiðingin hjá Landsverk/Asplan, at Vága Floghavn hevur høga atkomiligheit skilt á tann hátt, at undir 2% av ætlaðu flogferðunum verða avlýstar. Hettar er, hóast alt, ikki heilt galið! Heldur ikki tá hugsað verður um, at Kastrup (altjóða floghavn) nærum var stongd i 4 leypandi dagar seinasta vetur, tí tað kavaði eitt vet meira enn vanligt, ella at flestu floghavnir í USA og Onglandi (altjóða floghavnir) eisini vóru stongdar í dagavís orsakað av kava.
Vága Floghavn (eisini altjóða floghavn!) var, mær kunnugt, ikki stongd ein einasta dag seinasta vetur orsakað av kava, hóast nógvur kavi til tíðir kom niður! Takkað verið dugnaligum fólki við áralongum royndum innan floghavnarrakstur.
Vísandi til kappingarførar prísir innan ferðafólkaflutning eins og farmaflutning eri eisini samdur við PM. Jú meiri kappingarføran prís, tess fleiri ferðafólk fara á flog. Hvussu prísirnir gerast kappingarførir við stórum milliardaíløgum, vil eg lata onnur meta um.