Flogternustríð: Partarnir nærkast

Glið er komið á samráðingarnar, og partarnir eru samdir um semingsleist

Atlantic Airways og danska fakfelagið hjá flogternum, FPU, eru nú komin eitt stig nærri at fáa í lag nýggjan sáttmála.

Tað sigur heimasíðan luftfart.nu.

Við heimasíðuna sigur Anders Mark Jensen, næstformaður fyri FPU, at partarnir eru samdir um ein semingsleist, og at orkan nú skal brúkast upp á at koma víðari í samráðingunum um ein nýggjan sáttmála fyri flogternurnar hjá Atlantic.

- Vit fara at brúka komandi vikurnar at fyrireika okkum til komandi samráðingar við Atlantic Airways. Samráðingarnar byrja í august,” sigur hann og heldur fram “Tað er greitt, eftir at hava upplivað hesar ræðuligu uppsøgnirnar av leiðsluni í starvsfólkafelagnum hjá flogternunum í Atlantic Airways, at vit nú eru nøgd við at hava skipað ein leist fyri samráðingarnar við Arbeiðsgevarafelagið, sigur Anders Mark Jensen.

Upplýst verður samstundis, at samskifti er enn millum FPU og Atlantic Airways um starvsfólkaumboðini, ið vórðu uppsøgd fyri tveimum vikum síðani.