Flogternurnar nýggjan sáttmála

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur undirskrivað 2-ára sáttmála við Súluna, sum er fakfelagið hjá flogternum. Fríggjadagin 12. november undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan, felagið hjá flogternum, undir nýggjan 2-ára sáttmála.

Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini leggja neyvt støðið fyri øllum sáttmálum Føroya Arbeiðsgevarafelag ger í hesi samráðingarrundini, og úrslitið av samráðingunum við Súluna avspeglar eisini hetta.

Umframt dagføringar og broytingar í sáttmálanum var lønarhækkingin á sama støði, sum tann hækking, sum arbeiðarafeløgini fingu í var. Hetta merkir eina lønarhækking á 1,25% í 2010 og 2,37% í 2011.

Fyri framman standa nú samráðingarnar við Starvsmannafelagið um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og fyri Posta. Hesir sáttmálar ganga út 1. januar 2011, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.