Flogterna stjól frá ferðafólki

Franska løgreglan hevur tikið eina flogternu hjá flogfelagnum Air France, sum er undir illgruna fyri at hava tikið pengar, gjaldskort og virðislutir frá ferðafólki, sum hava sovið á flogferðunum millum Evropa og Fjareystur.

Blaðið Le Figaro skrivar, at løgreglan hevur kannað málið í fleiri mánaðir, og at tann 47 ára gamla flogternan varð tikin, tá flogfarið, sum hon arbeiddi umborð á, lendi í París, hagar tað kom úr Tokyo.

Blaðið endurgevur ein løgreglumann fyri at siga, at kvinnan hevur brúkt munandi meiri pengar, enn hennara sjálvuppgáva og løn bendu á.

Le Figaro skrivar, at síðani í januar hava 140 ferðafólk hjá Air France kært seg um, at onkur hevur stolið frá teimum á flogferðum millum Evropa og Fjareystur. Tann handtikna flogternan hevur viðgingið at hava tikið frá 26 ferðafólkum, skrivar blaðið.