Flogskiparin á einum ferðamannaflogfari hjá amerikanska felagnum Alaska Airlines svímaði fyri eygunum á ferðafólkunum, júst sum flogfarið fleyg uppi yvir statinum Oregon seinasta hósdag.
Hetta var aðru ferð, at hann svímaði, tí hann var svímaður frammi í stýrihúsinum beint frammanundan, skrivar flogfelagið á sínari heimasíðu. Tá hann svímaði seinnu ferð, fekk hann hjálp frá einum ferðafólki, sum lærir til lækna.
Hin flogskiparin bað um loyvi at lenda sum skjótast, og hann fekk loyvi at seta flogfarið á flogvøllin í Portland, har ein sjúkrabilur flutti tann sjúka flogskiparan á sjúkrahús.
Alaska Airlines skrivar, at flogskiparin, sum hevur verið flogskipari í 28 ár, hevði fingið eina búksjúku, men at hann er fríkur nú.










